Tann unga svenska veðurlagsstríðskvinnan, Gretha Thunberg, er millum tey 100 fólkini í heiminum, sum hava størstu ávirkanina í 2019.
Tað heldur blaðið Time, sum ger árliga listan.
Greta Thunberg er harvið komin í fínt selskap saman við nógvum altjóða leiðarum og mentanarpersónum.
Time hevur almannakunngjørt listan í dag.
Listin er ikki raðfestur. Kortini eru seks persónar tiknir serliga fram. Teir eru allir á forsíðuni á fína listanum í blaðnum.
##med2##
Teir seks persónarnir eru amerikanska songkvinnan Teylor Swift, egyptiski fótbóltsspælarin Moyamaed Salah, amerikanski politikarin Nancy Pelosi, amerikanski journalisturin Gayle King og sjónleikararnir Sandra Oh og Dwayne Johnson úr ávikavist Canada og USA.
Teir 100 útvaldu persónarnir eru býttir í fimm bólkar: »Pionerar«, »listafólk«, »leiðarar«, »ikon« og »titanar« (máttmikil).
16 ára gamla Greta Thunberg er í bókinum »leiðarar«.
Tað er hon saman við eitt nú amerikanska forsetanum, Donald Trump, kinesiska forsetanum, Xi Jiping, og forsetanum í New Zealandi, Jacinda Ardern.
/ritzau/