Svenskarar skifta navn

Ongantíð áður hava so nógvir svenskarar skift navn, sum nú, vísir ein uppgerð hjá Patent- och registreringsverket, ið umsitur svenska navnalóggávu.

Ongantíð áður hava so nógvir svenskarar skift navn, sum nú, vísir ein uppgerð hjá Patent- och registreringsverket, ið umsitur svenska navnalóggávu.

- Vit síggja, at fólk vilja síggjast í rúgvuni og fáa sær gomul ættarnøvn, ið eru óvanlig, ella finna uppá síni egnu nøvn, sigur Benjamin Winsner, juristur á navnadeildini hjá Patent- och registreringsverket, við svensku tíðindastovuna, TT.

Higartil í ár hevur navnadeildin fingið ikki færri enn 9.142 umsóknir um navnaskifti, og eru tað 600 fleiri enn í fjør.

- Samstundis sum alsamt fleiri vilja hava nýtt navn, skulu vit eisini taka støðu til fleiri nýggj nøvn, ið kunnu verða góðkend í dag, hóast tey kanska ikki blivu tað, um vit bara fara tíggju ár aftur í tíðina, sigur Winsner.

Tað, at svenskarar vilja skifta navn og harvið skapa sær sín egna identitet, hevur verið ein gongd, ið støðugt hevur vundið upp á seg síðstu 15 árini.