Svenskarar stoltir av Volvo og Saab

Svenska stjórnin er í hesum døgum undir trýsti fyri at hjálpa teimum báðum kreppuraktu bilverksmiðjunum Volvo og Saab.

Ford, sum eigur Volvo persónbiladeildina, og General Motors, sum eigur Saab, eru í stórum fíggjarligum trupulleikum og hava tí spurt seg fyri hjá svensku stjórnini um antin at hjálpa ella at yvirtaka Volvo og Saab.


Sambært eini meiningskanning í Dagens Nyheter ynskja 68 prosent av svenska fólkinum at stjórnin á ein ella annan hátt ger tað so at svensku bilmerkini verða verandi í landinum, tí svenskarar er stoltir av Volvo og Saab, sum eru ímyndin av Svøríki.