Svenskir prestar misbrúktu børn

Tann katólska kirkjan í Svøríki viðgongur nú, at í tíðarskeiðinum frá 1940 til 1970 framdu tríggir av hennara prestum kynsligan ágang ímóti børnum. Ein av prestunum framdi kynsligan ágang ímóti dreingjum, ein annar misbrúkti eina gentu kynsliga í fýra ár, og tann triði gjørdi seg kynsliga inn á tvær systrar, samstundis sum hann hevði eitt slag av samlívi saman við mammu teirra.

Upplýsingarnar standa í einari innanhýsis frágreiðing, sum tann katólska kirkjan hevur gjørt. Katólski biskupurin í Stockholm, Anders Arborelius, sigur, at kirkjan verður ongantíð før fyri at endurbøta tað, sum børnini hava liðið.

Ein av teimum trimum prestunum er framvegis á lívi, men í høvuðsheitum nøktar hann seg sekan, skrivar svenska tíðindastovan TT.