Svenskt fiskiskip fekk lík í gørnini

- Talan er um eina beinagrind, sum hevur ligið leingi í sjónum, sigur svenska løgreglan.

 

 

 

Tað var í morgun, at svenska løgreglan fekk fráboðan um eina heldur óvanliga hending, tá manningin á einum fiskiskipi boðaði frá, at teir høvdu fingið eitt lík í gørnini.   

 

Tað var lokala svenska heimasíðan - www.bohuslaningen.se - sum bar hesi tíðindi.

 

Kanningarleiðarin hjá svensku løgregluni, Lars Ström, sigur, at ótýdligi fongurin kom í gørnini á leiðini millum Göteborg og Skagen.

 

Løgreglan veit ikki, hvussu leingi líkið hevur ligið í sjónum, tí talan var meira um eina beinagrind í klæðum, sum løgreglan tekur til. 

 

- Vit vita ikki, hvør samleikin hjá viðkomandi er, men nú verður ein drápsrannsókn sett í verk, leggur kanningarleiðarin, Lars Ström, aftrat.

 

##med2##

 

 

Tað var á leiðini millum Skagen og Gøteborg, at skipið fekk ótýdliga fongin.