Svensku Demokratarnir sterkari enn nakrantíð

Í Svøríki hevur tann borgarligi flokkurin Sverigesdemokraterna havt góðan byr í seinastuni, og nú vísir ein meiningakanning, at flokkurin hevur ongantíð fingið stuðul frá so nógvum veljarum sum nú.

Kanningar í november góvu flokkinum góða undirtøku, og ein samanteljing av kanningunum vísir, at hevði ríkisdagsval verið nú, høvdu Sverigesdemokraterna fingið 8,4 prosent av atkvøðunum. Sambært Dagens Nyheter er hetta tann størsta undirtøkan, sum flokkurin nakrantíð hevur havt millum veljararnar.

Samanteljingin vísir annars, at tann reyðgrøna andstøðan í Ríkisdegnum hevði vunnið, um val var til Ríkisdagin nú. Andstøðan hevði fingið 47,9 prosent av atkvøðunum, og tann borgarliga samgongan hjá Fredrik Reinfeldt, forsætisráðharra hevði finigð 42,4 prosent.