Nú tríggjar vikur eru til ríkisdagsvalið í Svøríki, vísir ein nýggj meiningakanning, at undirtøkan hjá sosialdemokratiska flokkinum er minkað so nógv, at flokkurin hevur ongantíð havt so lítla undirtøku, síðani tær politisku meiningakanningarnar byrjaðu í 1972.
Tann nýggja kanningin er gjørd fyri Aftonbladet, og hon vísir, at hevði ríkisdagsval verið nú, høvdu sosialdemokratarnir fingið 27,3 prosent av atkvøðunum.
Verður hetta eisini úrslitið um tríggjar vikur, verður valið tað ringasta hjá flokkinum nakrantíð. Ringasta úrslitið higartil fekk flokkurin í 1911, tá hann fekk 28,5 prosent, skrivar Aftonbladet.
Veljarakanningarnar hava annars verið ójavnar á máli um undirtøkuna hjá sosialdemokratunum, sum hevur ligið millum 29,2 og 32,7 prosent í hinum kanningunum.
Eftir kanningini hjá Aftonbladet hevði tann borgarliga samgongan fingið 48,1 prosent, og tann reyðgrøna andstøðan hevði fingið 44,4 prosent, um valið var nú.