Svenskur dansitrubadurur á Dansibandfestivalin

Lasse Sigfridsson frá Lasse Stefanz spælir í Vági í mai.

Lasse Sigfridsson stovnaði í 1967 svenska dansibands- og country bólkin Lasse Stefanz, sum helst er millum kendastu dansibandsbólkar í Norðurlondum. Og nú spælir Lasse Sigfridsson fyri fyrstu ferð í Føroyum, tá hann fríggjakvøldið 8. mai fer á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági.

 

Lasse Sigfridsson og Lasse Stefanz fóru hvør til sítt í 2012 eftir innanhýsis stríð, og Lasse Sigfridsson byrjaði tí eina solo-karrieru. Fyrsta fløgan hjá Lasse Sigfridsson gjørdist gull-fløga, tað vil siga seldi fleiri enn 20.000 eintøk í Svøríki.

 

Hetta er fyrstu ferð, at Lasse Sigfridsson kemur til Føroyar, og sigur hann:

- Tað verður sera hugnaligt at koma til tykkara vøkru oyggjar 8. mai at spæla á Dansibandsfestivalinum. Hetta er fyrstu ferð, eg vitji Føroyar, men eg havi hoyrt nógv gott um oyggjarnar, so eg gleði meg veruliga til ferðina hagar. 

 

Dansibandsfestivalur er í Vági 8. og 9. mai.