Svenskur floksformaður fer frá

Formaðurin í svenska Fólkaflokkinum, Lars Lejonborg, hevur gjørt av at leggja frá sær. Lars Lejonborg, sum eisini er ráðharri í skúlamálum, fer frá sum floksformaður, tí 25 valfeløg hjá flokkinum hava sýtt fyri at styðja hann.

Lars Lejonborg hevur leingi verið fyri hvøssum atfinningum, og nógvir flokslimir hava lagt hann undir at vera alt ov einaráðandi og fyri at taka avgerðir uttan at lurta eftir øðrum í flokkinum.

Í dag kunngjørdi Lars Lejonborg so, at hann sigur formanssessin frá sær, men at hann heldur fram sum ráðharri.