17 ára gami Sverre Sævarang, sum hevur føroyskan pápa, fekk einki likamligt mein í álopinum hjá Anders Behring Breivik á Utøya 22. juli. Saman við fimm øðrum krógvaði hann seg inni á einum vesi, til hjálpin kom.
Skyldfólk hansara siga, at hann sálarliga eisini er komin væl frá hendingini, og tað kemur av, at hann er so róligur av lyndi.
Sverre Sævarang sigur við Sosialin, at tey eru átta ung fólk, sum sita saman og fylgja rættarmálinum á video. Hjá teimum eru foreldur og aðrir stuðlar.
Hann fær ikki verið við alla tíðina, tí hann gongur í studentaskúla, og skúlin má ikki forsømast.
- Tað kennist eitt sindur løgið at sita og hoyra hann. Eg havi ongar serligar kenslur mótvegis honum, men eg má siga, at mær dámar ikki mannin, sigur Sverre Sævarang.
Hann slapp frá at vitna í málinum.
Rættarmálið heldur fram komandi vikurnar.
- Eg fylgi málinum, tá ið tað ber, men eg má siga, at eg gleði meg, til tað er av, sigur Sverre Sævarang.
Hann heldur ikki, at tað skaðar hann at skula hoyra aftur um allar ræðuleikarnar á Utøya.