Sverri er í finaluni í Sveis

Finalan á 2000 metra teininum verður sunnumorgunin í Luzern

Sverri S. Nielsen úr Miðvági kvalifiseraði seg fyri løtu síðani at rógva finalu í World Cup kappingini í Luzern í Sveis. Hann var næstskjótastur í hálvfinaluni.

 

Tað var eitt stórt sekund frá Sverra og fram til týska europameistaran Oliver Zeidler.

 

Sverri legði bragdliga fyri og var fremstur í kapping við italska Gennaro di Mauro. Tað endaði við kapping um sigurin millum 24 ára gamla Oliver Zeidler úr Týsklandi og Sverra, og ta kappingina vann týski europameistarin.

 

Í finaluni í morgin skal Sverri Sandberg Nielsen kappast við Noreg, Týskland, Írland og tveir bátar úr Litava.

 

Finalan verður sunnumorgunin klokkan 9.15.

 

Sverri hevur fyri langari tíð síðani kvalifiserað seg at vera við í OL, sum verður í Japan í døgunum frá fríggjadegi 23. juli og fram til sunnudagin 8. august.