Sverri er í HM finaluni og hevur tryggjað sær OL luttøku

Við einum øðrum plássi í hálvfinaluni er Sverri Nielsen bæði í finaluni og hevur tryggjað sær OL luttøku

 

Føroyski rógvarin Sverri Nielsen tryggja sær og Danmark í dag OL pláss 2024.

29 ára gamli miðvingurin gjørdist nummar tvey í hálvfinaluni í HM í Beograd, og tað var nóg mikið til at tryggja sær finalupláss og OL pláss.

Kravið hjá Sverra var í minsta lagi at røkka einum triðjaplássi, og tað megnaði hann uttan trupulleikar.

Hann rør í einkultskullara og hevur áður vunnið EM gull og silvur við bæði HM og EM.

Í OL í 2021 gjørdist hann nummar fýra og rakk ikki heiðursmerkjum – hann var bara 15 hundraðpartar frá.

Í Føroyum fylgdu vit øll í vónini um at hann sum fyrsti føroyingur kundi vinn OL-heiðursmerki. Róðurin varð vístur á stórskíggja á ólavsøku.

Hann tók sær síðani ein steðg í eitt ár og fór aftur at rógva í 2022. Síðani hevur hann hava fleiri góð úrslit í World Cup samanhangi, men tað gjørdist til eitt fjórðapláss í EM í mai.

/ritzau/