Sverri Nielsen er við á OL liðnum hjá Danmark

Sverri Nielsen er 17. frælsa ítróttarfólkið, sum er tikin út til danska OL liðið, sum skal til Tokyo í summar.

 

Tað skrivar Danmarks Idrætsforbund (DIF) í tíðindaskrivi.

Sverri Nielsen er evropameistari og HM-silvurvinnari í singlesculler og verður mettur sum ein av bestu vónunum um medalju á komandi summarleikunum í Tokyo í 2021.

Fleiri danir eru tiknir út til OL, men teir skulu alment takst út av Danmarks Olympiske Komité fyri at sleppa við til Japan.

27 ára gamli føroyingurin, Sverri Nielsen, er ítróttarfólk nummar 17, sum er tikin út.

– Eg eri sera fegin um, at tað nú er váttað, at eg er tikin út til OL. Tað verður heilt víst ein stór uppliving, og eg gleði meg ótrúgliga nógv til at umboða Danmark og Føroyar í Tokyo, sigur Sverri Nielsen í tíðindaskrivinum.

Sverri Nielsen hevur búð í Bagsværd síðani 2011. Tað er fyrstu ferð, at hann skal til OL.

Krútsterki rógvarin fekk sítt stóra gjøgnumbrot við HM-silvuri í 2019, og í oktober í ár vann hann eisini sín bólk við EM.

Sjálvur torir hann ikki at spáa um medaljusigur á OL.

– Eg hevði sjálvandi ikki brúkt so nógva tíð og orku upp á hetta, um eg ikki altíð fór eftir at vinna. Tað geri eg sjálvandi, men tá tað er sagt, so eru OL eitt risastórt og serligt tiltak, har alt kann henda.

– Og tað eru nógv onnur sera sterk nøvn, sum fara at stríaðst um heiðursmerkini, so tað verður trupult, sigur hann.

Stjórin á danska OL-liðnum, Søren Sionsen, hevur stórar vónir til føroyingin.

– Úttøkan av Sverra er rættiliga góð tíðindi fyri øll ítróttaráhugað, sum gleða seg til stórar OL-upplivingar í summar.

– Sverri hevur í longri tíð víst sera góð altjóða úrslit, eitt nú HM-silvur í 2019 og EM-gull í 2020. Úrslit, sum siga rættiliga nóg um, hvussu stórur ítróttarmaður Sverri er, sigur hann.

OL byrjar 23. juli og endar 8. august.

/ritzau/