Sverri Nielsen til OL

Sverri Nielsen vann fyri løtu síðani úrtøku til OL í Tokyo næsta ár.

Í bólkinum tungvekts single sculler, ella M1x, sum tað eisini verður kallað, kom Sverri Nielsen á mál sum nummar 2 í HM í rógving í Linz í Eysturríki við tíðini 6,52:93 - 1,09 sekund aftanfyri týska kappingarneytan, ið endaði á fyrsta plássi við tíðini 6,51:84.

Sverri Nielsen er sostatt eisini við í finaluni sunnudagin. Neyðugt var hjá Sverra Nielsen at vera innan fyri fremstu tríggjar, fyri at fáa beinleiðis atgongd til OL, og somuleiðis var eisini neyðugt at vera innan fyri fremstu tríggjar fyri at sleppa við í finaluna sunnudagin.

Var hann ikki innan fyri fremstu tríggjar, so var neyðugt at vera innan fyri fremstu tríggjar í B finaluni, ið eisini verður seinni í vikuni.