Tað gekk upp á stás, tá ið føroyski rógvarin Sverri Nielsen fyri løtu síðani luttók í innleiðandi kapping í OL kvalifikatiónini, sum í hesum døgum er í Luzern í Sveis.
Sverri Nielsen var í innleiðandi kapping ímóti rógvarum úr Ungarn, Russlandi, Ísrael, Australia og USA, og føroyski rógvarin vant burtur úr øllum avbjóðarunum. Harvið eru sannlíkindini uppaftur størri fyri, at føroyski rógvarin fer at luttaka í OL í Brasil í august.
Talan var um sannførandi sigur, tí Sverri var hálvt fjórða sekund betri enn hjá næsta avbjóðaranum. Tíðin hjá Sverra á 2000 metra teininum var 6.53.65.
Tíðin hjá rógvaranum úr Ungarn var 6.57.24, Russland endaði á triðja plássi í tíðini 7.02.48, og hinar tíðirnar vóru Ísrael 7.14.06, Australia 7.16.55 og USA 7.18.85.
Sverri luttók í riðli tvey. Merkisvert er tað, at vinnaratíðin hjá honum var betri, enn vinnaratíðin var hjá teimum, ið vóru fremstir í riðli eitt og trý.
Tveir teir bestu í hvørjum riðli halda fram í kappingini.