Sverri silvur í Sabaudia

Kappingin við norska vinnaran og týskaran, ið vann bronsu, var øgiliga stór

Sverri Sandberg Nielsen hevur fyri lítlari løtu síðani róð finalu í World Cup í Sabaudia í Italia.

 

Talan var um væl tættari kapping, enn tað hevur verið seinastu ferðirnar, tá ið Sverri hevur kappast í finalum ímóti týska Oliver Zeidler og norska Kjeltil Borch.

 

Úrslitið var, at norðmaðurin var fremstur, Sverri var næstfremstur, og týskarin var nummar trý.

 

Undan róðrinum segði Sverri, at hann fór at royna at leggja meiri fyri í startinum, og at tað kundi hava við sær, at hann ikki fór at vera so væl fyri í endaspurtinum.

 

Talan var alla tíðina um sera tætta og spennandi kapping. Sverri var fremstur í eina løtu, og tá ið teir komu fram ímóti málinum, var tað millum lítil og eingin munur millum teir tríggjar.

 

Kjetil Borch fór um málið 0,20 sekund frammanfyri Sverra, sum var 0,15 sekund undan Oliver Zeidler.

 

Avrikið og úrslitið boða frá, at føroyski rógvarin á danska landsliðnum er væl fyri, nú hann fyrireikar seg til olympisku leikirnar, sum vera í Tokyo frá 24. juli og fram til 9. august.