SvF bjargað komandi árini

?Kom hendan hækkingin ikki, vórðu vit noydd at gera umfatandi uppsagnir, sigur Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, nú Annlis Bjarkhamar hevur kunngjørt, at hyggjaragjaldið til Sjónvarp Føroya hækkar við 500 krónum komandi ár

SJÓNVARP

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Annlis Bjarkhamar, hevur avgjørt, at hyggjaragjaldið fyri SvF skal hækka við 500 kr. komandi ár. Hetta merkir ein reellan vøkstur til Sjónvarp Føroya upp á 400 kr. fyri hvørt føroyskt húski. Tann síðsti hundraðkrónuseðilin fer aftur í landskassan í meirvirðisgjaldi.
?Øll eru greið yvir, at Sjónvarpið tørvar meira pening. Hetta er so loysnin, mann hevur valt, fyri at fáa hendan pening til vega, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon leggur afturat, at málið hevur verið til drúgva viðgerð í samgonguni, og semja er um, at hetta er tað rætta stigið at taka.
Vit royndu til fánýtis at fáa viðmerkingar frá Fólkaflokkinum til hetta uppskotið.
Áhuga var hvørki fyri at flyta raksturin á fíggjarlógina ella fyri ætlaða kringsvarpsskattinum, ið Annlis Bjarkhamar var fortalari fyri.
Nú verður so hyggjargjaldið hækka, og harvið verður tað.
Annlis Bjarkhamar sigur, at hon roknar við, at hetta vil geva Sjónvarpi Føroya 5,8 mió. í meirinntøka komandi árið.
Lurtaragjaldið fyri Útvarp Føroya verður tó ikki broytt. Annlis Bjarkhamar grundar hetta á, at Sjónvarp Føroya er í einari so trongari støðu, at alneyðugt er við atgerðum fyri at halda lív í stovninum. Raksturin hjá Útvarpi Føroya tykist hinvegin at koyra nakað betur í løtuni.
?Tann loysnin, vit hava valt, riggar fyri í ár. Vit hava ásannað, at Sjónvarpið hevur ein bráðfengis tørv lønarhækkingum og øðrum, og hesum mugu vit fyrihalda okkum til, sigur Annlis Bjarkhamar.

Meiri føroyskt tilfar
Stjórin fyri Sjónvarp Føroya, Mikkjal Helmsdal, sigur, at meirinntøkan til Sjónvarpið kom í tøkum tíma.
?Kom hendan hækkingin ikki, vórðu vit noydd at gera umfatandi uppsagnir í komandi ári, sigur Mikkjal Helmsdal, sum metir, at SvF við hækkingini fær luft, ið skal røkka til tey næstu 2-3 árini.
Hann metir, at SvF við hækkingini í hyggjaragjaldinum fer at fáa millum 4,5 og 5 milliónir afturat í kassan.
?Við verandi talið av gjaldarum vil hækkingin geva Sjónvarpinum 5,5 mió., men vit meta, at tað fer at gerast tyngri at fáa pengarnir inn við hesari hækkingini. Tískil hava vit mett eina meirinntøku upp á 4,5 til 5,0 milliónir, sigur Mikkjal Helmsdal.
Umleið 13.700 húski gjalda sum er sjónvarpsgjald.
Sum nevnt kemur peningurin á eitt turt stað hjá Sjónvarpi Føroya. Lønarhækkingar og rakstraríløgur fara avstað við størsta partinum av meirinntøkuni.
?Restin ? so nógv sum gjørligt ? fer til at framleiða meira føroyskt tilfar, sigur Mikkjal Helmsdal.
Hann sigur, at tey næstu árini fara vit at síggja meira føroyskt tilfar á skíggjanum í mun til seinnu árini.
Bera vit Sjónvarp Føroya saman við TV2 á Bornholm, so framleiðir SvF munandi meira fyri hvørja útreiðslu krónu, sigur sjónvarpsstjórin.

Neyðugt við skoti
Bæði Annlis Bjarkhamar og Mikkjal Helmsdal eru samd um, at tað ikki er tann hepnasta loysnin, at Sjónvarp Føroya verður fíggjað beinleiðis á fíggjarlógini.
Bæði meta tey, at tað er týdningarmikið, at hildið verður eitt skot millum lóggevandi og játtandi myndugleikan og sjálvan fjølmiðilin.
Tað, at Sjónvarp Føroya kostar so mikið nógv, og áhugi ikki er fyri at játtað til raksturin á fíggjarlógin, ger, at skal meira peningur finnast, so má hyggjararin spýta í. Hesin sami hyggjarin, sum eisini betalur vanligan skatt, umframt hendan eyka skattin.
Sjónvarpsstjórin og landsstýrismaðurin eru somuleiðis samd í, at ein greið útmelding um, hvat myndugleikin vil við Sjónvarpi Føroya er neyðugur.
?Vilja vit hava eitt sjónvarp, so mugu vit eisini gjalda tað, ið tað kostar. Vit hava valt eina skipan við brúkaragjaldið, og tað mugu vit so halda okkum til.
Hinvegin er tað umráðandi, at vit fara at finnan útav, hvat við vilja við Sjónvarpi Føroya, sigur Annlis Bjarkhamar.
Hon heldur spurningin vera átrokandi í hesum døgum, tá útboðið av fylgisveinasjónvarpi gerst alsamt størri.
?Vit sakna eina greiða politiska útmelding útmelding um, hvat ynski er við stovninum, sigur Mikkjal Helmsdal.
Í januar og februar komandi ár fer Annlis Bjarkhamar aftur at hyggja nærri at Sjónvarpinum. Tá verður hugt bæði at fyrisitingarligum og fíggjarligum spurningum, millum annað frítøku fyri Mvg.