SvF er eitt spennandi praktikkpláss

Vit hava sett Oddvør Klakstein úr 9.b í Ósaskúlanum í
Klaksvík nakrar spurningar um tað at vera í praktikk.

Oddvør er í praktikk í SvF . Hon heldur at tað er
stuttligt at vera har í praktikk, og at tað er eitt
upplivilsi at síggja, hvussu tey arbeiða saman, taka
upp og seta alt saman.
Hon ætlar sær kanska einaferð í tíðini at verða
sjónvarpsjournalist.
- Eg valdi SvF, tí eg vildi síggja hvussu tey gera
alt, og síggja hvussu tey fáa alt at passa saman,
sigur hon.
Hon møtir kl. 9 um morgunin, og er liðug uml kl 16.
Tey hava víst henni runt í SvF húsinum, og hon heldur
tað er flott har.
Oddvør hevur verið við teimum, meðan tey tóku upp í
Kvívík, og hon hevur eisini sæð meðan tey seta alt upp
tá fótbóltsdystur er.
Fyrrapartin í gjár skuldi hon fara við teimun til
Sørvágs.
- Hetta ljóðar spennandi, sigur hon.