SVF heldur hyggjarin fyri háð og spott

Tann nógv umrødda føroyska presisheitin hevur í áravís verði eitt eyðkenni fyri SVF og eingin í leiðsluni á SVF tekur seg um reiggj, fyri at stoppa hesari líkasælu, tá ið tað ræður um at halda klokkutíðirnar.

Finnleif Guttesen

Tit halda hyggjararnar fyri háð og spott, tá ið tit lata teir sita og bíða frammanfyri skermin har einki hendur, sjálv um klokkutíðin sigur nakað annað.
Minsta mark av sømuligheit er, at tit søgdu hvat var galið, ella skrivaðu tað á skermin, so hyggjarin ikki sat sum ein idiotur og bíðaði eftir sendingini.
Umberingar kunnu ikki brúkast til nakað sum helst, stjórin hevur ábyrgdina, hann fær sína løn fyri tað og kann hann ikki klára uppgávuna, má annar stjóri finnast.