Síðani Sjónvarp Føroya varð stovnssett, hevur ein – til tíðir – stórur partur av sendiflatuni verið tilfar frá Danmarks Radio, men hetta verður nú søga.
Í Degi og Viku í kvøld varð staðfest, at DR hevur sagt upp sáttmálan, sum fyri 100.000 krónur um árið hevur givið Kringvarpinum loyvi at senda alt tað, sum DR hevur havt á skíggjanum.
Orsøkin er, at lógin um upphavsrætt nú er føroyskt málsøki, og tað hevur við sær, at DR skal rinda meira fyri tilfar, um hetta eisini skal sendast í Føroyum.
Tá lógin um upphavsrætt var til viðgerðar, fekk Kringvarpið eisini lógaruppskotið til hoyringar, men eitt svarskriv varð ongantíð orðað.
Dia Midjord, kringvarpsstjóri, segði við Dag og Viku, at orkan hjá stovninum um hetta mundið varð nýtt til fíggjarligu trupulleikarnar, sum stovnurin hevði, og at skrivið um ætlaðu lógarbroytingarnar tískil hest var endað nakað niðarliga í onkrum bunka.