SvF og bankasendingar

Ivan Niclasen
SvF
???????????
Johan Petersen hevur helst misskilt okkurt, tá hann í lesarabrævi leygardagin førir fram, at SvF villleiðir í bankamálinum.
Tí skal eg stutt spola aftur til bankasendingarnar. SvF sendi í 1997 tríggjar sendingar um bankamálið. Sendingarnar viðgjørdu hendingarnar í 1992 og partabrævaumbýtið í 1993, tá Føroyar snøgt sagt fóru á húsagang. Húsagangurin byrjaði við, at føroyska bankakervið brendi saman. Tí lænti Landsstýrið í 1992 og 1993 pengar frá donsku stjórnini, sum gjøgnum Fíggingargrunnin, fóru inn í føroyska bankarenslið. Talan var um 2.7 miljardir krónur. Tað var hesa upphædd eg sipaði til í annonseringini til bankasendingarnar, sum vit endursendu í vikuni. Føroyar livdu við hesi avtalu til 1998, tá ein nýggj avtala varð gjørd, og Føroyar fingu eitt endurgjald áljóðandi 1,5 miljardir krónur.

Politiskar sendingar?
Johan Petersen sigur víðari í lesarabrævinum, at bankasendingarnar høvdu polit-iskt sikti. Tað er harmiligt, at júst Johan fer upp í tað kórið, sum heldur, at sendingarnar vóru politiskt bílagdar. Johan var ein skilagóður formaður í táverandi politiskt valdu sjónvarpsnevndini. Tí veit hann helst eisini, at bankasendingarnar heilt einfalt vóru eitt úrslit av einum journalistiskum ynski um at koma til botns í bankamálinum, í partabrævaumbýtinum og í spurninginum um Føroyabólkin. Hetta vóru mál, sum vóru nógv frammi tá, og tað hevði verið løgið um ein fjølmiðil púra tagdi hesu evnir burtur.
Leiðslan í SvF hevði eisini fult álit á, at teir báðir Høgni Hoydal og Ronnie Thomassen gjørdu sítt arbeiði til lítar. Eftirfylgjandi kundu vit eisini siga, at tað gjørdu teir. Bankasendingarnar vóru tríggjar dokumentarsendingar gjørdar út frá teimum fyritreytum og tí vitan, vit høvdu í 1997.
Men - tað er greitt, at slík evnir høvdu ovurstóran politiskan áhuga. Til løgtingsvalið í 1998 vóru fleiri politiskir flokkar eisini altráir eftir at fáa hesi fjølmiðlafólk á listan. Og sjálvandi høvdu bankasendingarnar og Grønborg-kanningin avgerandi ávirkan á valið. Tað verður heldur ikki seinastu ferð, at nýggj vitan ella eldfimar frágreiðingar hava avgerandi ávirkan á eitt val. Og somuleiðis er tað hvørki fyrstu ella síðstu ferð, at ein fjølmiðlamaður, sum hevur gjørt vart við seg í einum politiskt viðbreknum evni, ger eitt gott val. Men her eiga journalistikkur og politikkur ikki at koma í bland, um ein so eftirfylgjandi er samdur við politikkaranum Høgna Hoydal ella ei.

Bankasendingar og Grønborg
At enda kann eg leggja afturat, at júst bókin hjá Richard Mikkelsen, sála, frá 2001, stutt nevnir bankasendingarnar og Grønborg-kanningina. Og her staðfestir ein heldur uppgevandi Richard Mikkelsen, at Grønborg kanningin í ein stóran mun váttaði upplýsingarnar í bankasendingunum hjá SvF.