Í vikuni hendi hetta enn einaferð. Starvsfólk okkara verða skeldað heiður og æru frá, av tí at vit ikki vístu umdystin eftir ta spennandi bronsufinaluna í heimsmeistarakappingini í kvinnuhondbólti.
Allir teir sjónvarpshyggjararnir, sum eisini hava oyru, hoyrdu frásøgu-mannin hjá TV2 siga greitt og týðiliga, at TV2 ikki kundi senda umdystin. Síðani sløkti TV2. Tá var ov seint hjá Sjónvarpi Føroya at manna eittupptøkulið og senda tað av landinum at vísa umdystin - um tað er tað, hundufólkið heldur, at vit áttu at gjørt.
Her í Sjónvarpinum vilja vit fegin hava uppbyggjandi kritikk. Men okkara starvsfólk hava sama rætt sum øll onnur í samfelagnum at verða sømiliga viðfarin.
Tróndur Djurhuus
Sjónvarp Føroya