Sviar í avgerandi dysti

Í EM-kappingini í manshondbólti spæla sviar ein avgerandi dyst í kvøld. Mótstøðuliðið er Kekkia, og úrslitið kann fáa avgerandi týdning fyri lagnuna hjá tí eina ferð so sigursvanda svenska manslandsliðnum.

 

Í fyrsta dystinum í Serbia møttust Svøríki og Makedonia, og her máttu sviar taka til takkar við javnleiki 26-26. Dysturin í kvøld ímóti kekkum kann gerast enn truplari, tí kekkar høvdu ikki stórvegis trupulleikar av at vinna sín fyrsta dyst, sum var ímóti Týsklandi. Úrslitið var 27-24.

 

Dysturin millum Svøríki og Kekkia verður klokkan 19.15 okkara tíð.

 

Hin dysturin í bólki B er millum Makedonia og Týskland. Hann verður kl. 17.15.