Sviar hava nú valt nýggja formannin fyri svenska ríkisdagin. Tað bleiv ikki óvæntað Andreas Norlén frá høgraflokkinum, Moderaterna. Valið stóð millum hann og Åsa Lindestam frá Socialdemokraterna, og Andreas Norlén fekk greiðan meiriluta, tá atkvøtt varð.
Hann fekk 203 atkvøður, sum var væntandi, tí Sverigedemokraterna søgdu longu leygardagin, at tey vildu atkvøða fyri Andreas Norlén. Hann fekk stuðul frá øllum flokkunum á borgarliga vonginum, sum mann kallar Alliansen. Tilsamans vóru 348 atkvøður at heinta, og tað kravdist 175 fyri at fáa meiriluta.
Formanssessurin er hægsta embæti, mann kann veljast til í Svøríki. Uppgávurnar hjá formanninum eru m.a. at skjóta upp nýggjan forsætisráðharra og at umboða Ríkisdagin. Í Svøríki eitur hesin formanssessurin talman.
Les eisini: Í dag skal formaðurin veljast
Andreas Norlén skal sum nýggjur formaður fyri Ríkisdagin útnevna boð uppá nýggjan forsætisráðharra, sum skal royna at skipa nýggja stjórn. Ríkisdagurin hevur fýra møguleikar at atkvøða fyri nýggjum forsætisráðharra, og um eingin endar í meiriluta, so verður nýval útskrivað.
Tað, at Moderaterna og Alliansen hava fingið formannin fyri Ríkisdagin, merkir ikki, at Alliansen eisini fær forsætisráðharran. Tað er enn púra opið, tí hvørki reyðgrøni blokkurin ella Alliansen vilja skipa stjórn við Svergiedemokraterna, sum ger, at tað verður trupult at fáa meiriluta.