HM
Tá ið Zlatan Ibrahimovic fór av vøllinum í hálvleikinum av dystinum ímóti Paraguay í síðstu viku, vóru gitingar beinanvegin frammi um, at skaðin í lúskuni fór at forða honum í at spæla aftur.
Nú hevru svenska TV4 verið frammi við pástandi um, at Zlatan er farin til Torino, har hann spælir fyri Juventus, at fáa viðgerð fyri skaðan. Hetta hevur av álvara fingið sinnini í kók í svensku HM-leguni.
- At Zlatan skal verða farin til Italia er líka sannlíkt, sum at Elvis arbeiðir á eini bensinstøð í Týsklandi, sigur pressustjórin hjá svium, Tomas Saleteg.
Umboðsmaðurin hjá Zlatan stuðlar hesari útsøgn, og hann fer enn longri í sínum kritikki av svenska TV4.
- Hetta er ikki bara skeivt, hetta er ringasta lortið, sum eg havi hoyrt tey fýra árini, eg havi havt við svenskar journalistar at gera, sigur Mino Raiola.
Svøríki skal í morgin spæla ímóti Onglandi, og í øllum førum er Zlatan ivasamur til tann dystin.