Sviar og turkar tosa um Nato hósdagin

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström, segði í gjár við svenska sjónvarpið, at hann hósdagin skal á fund við turkiska starvsbróðirin, Mevlüt Cavusoglu, at tosa um svenska limaskapin í Nato.

 

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström. Mynd: Anders Wiklund/TT/Ritzau Scanpix

Fundurin teirra millum veðrur á Nato-fundi, sum er í Oslo.

– Hann (Mevlüt Cavusoglu, red.) var skjótur at venda aftur og vátta, at lurtað verður eftir okkum og at vit kunnu tosa um Nato-spurningin, segði uttanríkisráðharrin um turkiska starvsbróðurin.

Tobias Billström helt, at spurningurin um upptøkuna av Svøríki í Nato er lættari, nú turkiska valið er farið aftur um bak, og at Erdogan forseti nú veit, at hann verður sitandi í sessinum.

/ritzau/

 

Svenski uttanríkisráðharrin, Tobias Billström. Mynd: Anders Wiklund/TT/Ritzau Scanpix