Svenska stjórnin er farin at leita eftir onkrum, sum er sinnaður at keypa skandinaviska flogfelagið SAS. Tað sigur handilsmálaráðharrin, Peter Norman, sum leggur afturat, at stjórnin hevur longu havt samband við møguligar keyparar.
Tey seinastu tíggju árini hava Svøríki, Danmark og Noreg brúkt einar 10 milliardir svenskar krónur til SAS, men hugurin at brúka meiri pengar upp á felagið er yvirhøvur lítil.
Sviar eiga 21,4 prosent av SAS, og danir og norðmenn eiga 14,3 prosent í part. Londini hava fyrr roynt at selja felagið, men tá var áhugin lítil.