Her er eitt amerikanskt C-17-flutningsflogfar við svenskum hermonnum lent á Gotlandi í Eystursjónum.

Sviar senda herfólk og akfør til Gotlands

Sum avleiðing av, at Russland hevur sent nógv herfólk til markið til Ukraina, hava sviar nú valt at vísa svensku oynni, Gotlandi í Eystursjónum, størri nærveru.

 

Her er eitt amerikanskt C-17-flutningsflogfar við svenskum hermonnum lent á Gotlandi í Eystursjónum.

Í kvøld lendi eitt stórt amerikanskt flutningsflogfar í Visby á Gotlandi. Umborð í flogfarinum vóru fleiri enn 100 svenskir hermenn.

 

Tað skrivar svenska blaðið, Dagens Nyheter, í dag.

 

Tað eru limir í svensku tilbúgvingarverjuni, sum nú eru sendir til svensku oynna í Eystursjónum.

 

- Tilbúgvingarverjan skal staðfesta, at Gotland skal verjast, skrivar ávísin.

 

Sambært Dagens Nyheter er tað trupla trygdarstøðan í Evropa, nú Russland leggur stórt trýst á Ukraina og Nato, sum er orsøkin til øktu tilbúgvingina.

 

Umframt hermenninir, sum nú eru sendir til Gotlands, eru eisini fleiri hernaðarakfør send til oynna, soleiðis sum viðhefta mynd her niðan fyri vísir.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Her er eitt amerikanskt C-17-flutningsflogfar við svenskum hermonnum lent á Gotlandi í Eystursjónum.

Í samband við spentu støðuna hava sviar eisini sent hernaðarakfør til Gotlands.