Herfyri mælti ein serlig nevnd svensku stjórnini til at taka sjónvarpsgjaldið av og at seta ein sjónvarpsskatt ístaðin fyri, har gjaldið bleiv ásett eftir inntøkuni hjá skattgjaldaranum.
Men nú er uppskotið lagt í skuffuna.
Mentamálaráðið í Stockholm sigur, at tað fer nú at kanna, hvussu verandi skipan virkar, og síðani fer ráðið at koma við einum tilmæli um, hvussu skipanin skal verða í framtíðini. Í hesum sambandi verður málið sent ymsum pørtum til hoyringar, men uppskotið um at umleggja sjónvarpsgjaldið til skatt liggur ikki við tilfarinum, sum partarnir fáa.
Uppskotið um at umleggja sjónvarpsgjaldið til skatt fekk ikki góða móttøku í svenska kringvarpinum. Bæði fráfarandi stjórin. Mats Svegfors, og tann komandi, Cecilia Benkö (myndin), vóru ímóti, tí eftir teirra tykki fór ein tílík skipan at knýta miðilin ov nær teirri politisku skipanini.