Tað er í morgin, at KÍ skal spæla sín fyrsta evropeiska dyst í 10 ár, tá ið klaksvíkingar á ovara vølli í Gundadali taka ímóti svenska AIK Stockholm, sum fyrr í dag kom til Føroya. Undan venjing sínari á Tórsvølli í kvøld var tíðindafundur í FSF-húsinum, har venjarin, Rikard Norling, og garvaði liðskiparin hjá AIK, Nils-Eric Johansson svaraðu spurningum.
Við sínum 11 meistaraheitum hevur AIK vunnið svenska meistaraheitið triðflestar ferðir. Í fjør endaði felagið nummar 2 í Allsvenskan og skal sostatt royna seg í Evropa League í ár.
Sviarnir hava virðing fyri KÍ, men ætla sær als ikki at fara úr Føroyum við ongum.
- Eitt gott úrslit fyri okkum er eitt úrslit, ið vit kunnu brúka sum eitt gott útgangsstøði áðrenn heimadystin. Tað er týdningarmikið, at vit ikki lata mál inn, og helst skulu vit vinna, sigur Nils-Eric Johansson, sum er 37 ára gamal og hevur roynt seg í feløgum sum Bayern München, Blackburn og Leicester. Seinastu 10 árini hevur hann tó spælt á heimabeitinum við AIK.
Í 2012 luttók AIK fyri fyrstu og higartil einastu ferð í bólkaspælinum í Evropa League. Svenska høvuðsstaðarfelagið droymir um at koma eins langt í kappingini í ár.
- Dreymurin er, at vit spæla okkum í bólkaspælið. Men leiðin at koma hagar er lang, og vit hava eisini tørv á eitt sindur av hepni, til dømis við lutakasti. Um vit koma til 3. og 4. undanumfar, so vita vit, at tað skal verða stong-inn ístaðin fyri stong-út í teimum dystunum. Men tað er ov tíðliga at tosa um hetta, tí beint nú leggja vit bara dent á dystin í morgin, sigur Nils-Eric Johansson.
Onki er at siga til, at AIK er stórfavorittur at vinna seg víðari til næsta undanumfar. Rikard Norling viðurkennir, at tað verður svárt, um AIK ikki kemur víðari frá hesum undanumfarinum.
- Tað verður avgjørt eitt vónbrot, um vit ikki spæla okkum víðari, men soleiðis hugsa vit ikki áðrenn dystin. Vit hugsavna okkum um, hvussu vit kunnu vinna dystin. Vit eiga at vinna ímóti KÍ, men uppgávan verður torfør, sigur Rikard Norling.
At enda sigur Rikard Norling, at AIK stillar við sterkasta liðnum í morgin. Dysturin ímillum KÍ og AIK byrjar hóskvøldið klokkan 19.