Um ein góðan mánað leggur tann serligi ST-sendimaðurin í Afghanistan, norðmaðurin Kai Eide, frá sær. Síðani tað frættist, at hann skuldi úr starvinuum, hava fjølmiðlarnir gitt, hvør skuldi taka við, og í gjár kunngjørdi ST, at tað er ein svii, sum skal loysa norðmannin av. Ban Ki-moon, ST-aðalskrivari, segði í gjár, at hann hevur gjørt av at senda svenska diplomatin Staffan de Mistura til Alghanistan sum nýggjan ST-sendimann har. Staffan de Mistura (myndin) hevur fyrr verið serligur ST-sendimaður í Irak. Hann byrjar í Kabul tann 1. mars.