Svikarin í Fuglafirði

Mentanarhúsið var hálvt um hálvt sett av fuglfirðingum og klaksvíkingum í gjárkvøldið ? Glaðar mammur, pápar, abbar og ommur og øll hini vóru komin at hyggja at børnum sínum, sum íðin hava vant henda sjálvsama leik, sum tey høvdu gingið uppí við lív og sál.

Talan er um 10. floksnæmingar úr Fuglafirði og Klaksvík, sum hava valt tónleikabreyt, ið saman við lærarum teirra høvdu gjørt eitt megnar verk av einum sangleiki. Dramaturgist, leiklistaliga og tónleikaliga sat hann beint í eygað/(oyrað!), sum ein dani vildi tikið til.

 

Frálíkt! Framúr! Serstakliga gott og annarleiðis! Hetta eigur rætt og slætt ikki at bera til hjá 10. floksnæmingum. Men hesir megnaður tað til fullnar.

 

Temaið er hin burturvilsti sonurin, sum verður settur í eitt nútíðarljós - rámandi og beinrakið. Ikki moraliserandi, men ein søgugongd, sum sigur sína egnu søgu. Teimum ungu stendur nógv í boði, og taka tey (tú) av øllum teimum tilboðum (freistinum), teimum (tær) er fyri - ja, so kunnu tey (tú) verða illa farin.

 

Restina av søguni kenna vit.

 

Í fyrstuni helt eg, at hetta var væl valdur tónleikur frá Manhattan til leikin við eini deiligari frekari cornet aftur við og øllum um hinum frálíka væl spældu ljóðførunum. Nei, tá sótu 10. floksnæmingar úr Fuglafirði og Klaksvík og spældu live ? back stage. Heilt framúr hugtakandi!! Sera gott!

 

Talan er um sera evnaríkar næmingar og ivaleyst eru nógvar kønar lærarahendur, sum hava verið uppi í leikinum. Innan tónleikin er tað Bárður á Lakjuni, sum hevur verið ?høvuðslærari?, meðan Marjun Djurhuus hevur leikstjørnað. Tó vildi onkur vera við, at Musikkskúlin eisini hevur gjørt sítt íkast til hesar dugnaligu tónleikarnar.

 

Leikurin allur er settur í eitt deiligt nútíðarljós, sum ger hann viðkomandi hjá ungum og eldri. Klæddur í hegnisligum málbúnað, ið spælir væl við, bæði á skemtiliga bógvin, sum er við til at undirbyggja álvarsemi í boðskapinum og annars í einum høpi, sum tey ungu skilja og kennast við.

 

Ljóssetingin kundi í førum verið bjartari og í størri mun frammanfyri leirarnar.

 

Hetta er eitt framúr stuttligt og skilagott samstarv yvir um fjørðin, sum eg veit hevur bundið næmingarnar serliga væl saman. Og, sum onkur mamma segði: Tað hevur ikki staðið á at fingið næmingin upp, langt fyri vanliga tíð, tí teir hava gingið uppí leikin og venjingarnar við lív og sál í longri tíð.

 

Henda leikin hjálpir ikki at skriva um ? hann kann bert upplivast. Tí er størt spell, at hann einans verður sýndur hetta vikuskiftið. Hann skuldi havt í minsta lagi eina mánað á palli.

 

Flott, flott, flott!

 

Almennu sýningarnar verða: 24. mars kl. 19:30, 26. mars kl. 16 og 19:30, og 27. mars kl. 16.00.

 

Orð og myndir: Dávur Winther