Týskir miðlar vilja vera við, at stýrimaðurin umborð á GermanWings flogfarinum nýliga varð svikin av damuni, og hevur hetta møguliga verið ein orsøk til, at hann valdi at gera enda á sær og 149 øðrum týsdagin.
Týska løgreglan rannsakaði í gjár heimið hjá flogskiparanum, og sambært týskum miðlum hava teir gjørt “týðandi fundir” heima hjá manninum.
Sum tíðin gongur, kemur alsamt meiri fram í ljósmála um unga flogskiparan. Longu stutt eftir vanlukkuna kom fram, at Andreas Lubitz fór beinleiðis í starv hjá GermanWings eftir lokna útbúgving, og kláraði annars allar royndir sínar so mikið væl, at hann slapp á ein lista yvir serliga dugnaligar ungar flogskiparar.
Men spakuliga gerst ímyndin av unga flogskiparanum minni ljósareyð. Nú skriva týskir miðlar, at hann mátti taka ein steðg miðskeiðis í útbúgvingini, av læknafrøðiligum orsøkum sigur Lufthansa, ið eigur GermanWings, men onkur teirra, ið lósu saman við honum siga, at hann hevði sálarligar trupulleikar, at hann longu tá var útbrendur og deprimeraður.
Núverandi vinfólk og grannar hjá unga flogskiparanum siga somu søgu í dag, at hann varð heilt eyðsæð útbrendur og deprimeraður.
Sambært týskum miðlum búði maðurin saman við eini kvinnu, men tað er eftir øllum at døma vorðið liðugt millum tey bæði fyri kortum. Eitt ástøði hjá týsku løgregluni er tí, at maðurin gjørdi av við seg og hini 149 umborð í kærleikssorg. Sambært týsku miðlunum, hevur tað ikki eydnast týsku løgregluni at seta seg í samband við damuna enn.
Lufthansa, ið eigur GermanWings og varðar av øllum flogskiparunum í feløgunum báðum, sigur, at Andreas Lubitz kláraði allar sálarfrøðiligu royndirnar áðrenn hann slapp at flúgva, og einki bendi tá á, at maðurin ikki var egnaður sum flogskipari.