Svikin á ellisárum

Síðani september í fjør hevur Dinna Jacobsen úr Sørvági verið um foreldur síni, sum bæði eru so mikið illa fyri, at teimum tørvar heimarøkt. Men tað letur seg ikki gera, fingu tey at vita, tí ongir pengar eru til taks

Hjúnini Marianna, 89, og Poli, 83, eru noydd at búgva inni hjá dótrini, Dinnu Jacobsen, tí ongin heimarøkt er at fáa orsakað av sparingum. Tey hava búð inni hjá henni í góðar tríggjar mánaðir nú og hava tað eftir umstøðunum gott. Men Dinna sjálv ivast ikki í, at um foreldrini kundu búð heima, so høvdu tey viljað tað.
Inntil september mánað í fjør arbeiddi Dinna í einum barnagarði í Sørvági. Men so varð mamma hennara løgd undir skurð, og tað hevði við sær, at tørvur varð á heimarøktarhjálp.
Dinna fekk at vita, at tað bar ikki til, og so royndu hon og pápi hennara sum frægast at vera um mammuna.
Men so illa vildi til hjá teimum, at í november løgdust bæði mamman og pápin við lungnabruna. Tey lógu á Landssjúkrahúsinum í tvær vikur har á leið. So vórðu tey útskrivað - mamman fyrst. Og nakrar dagar seinni var pápin eisini útskrivaður. Men bæði vóru tey so mikið illa fyri, at tey ikki megnaðu at røkta vanligar húsarhaldspliktir.
Aftur spurdi Dinna um heimarøkt, men svarið var tað sama. Tey kundu ikki fáa heimahjálp, tí at ongir pengar eru til tað.

Vónbrot
Dinna sigur, at foreldrini høvdu tað ræðuliga ringt, tá tey komu heim, so Dinna bað um farloyvi frá sínum starvi og tók tey heim til sín at búgva, har tey framvegis eru.
? Tað var eitt stórt vónbrot, at tey ikki kunnu fáa heimarøkt. Tvey so gomul fólk, sum hava tænt samfelagnum í so mong ár ikki kunnu fáa ta hjálp, sum teimum tørvar á ellisárum, er nógv fyri, sigur Dinna, sum er líka við at geva upp í dag.
Hon spyr eisini, hvat hevði hent við foreldrum hennara, um hon ikki var nóg frísk til at taka sær av teimum. Hon er teirra einasta barn, og hava tey sostatt ongan annan.
? Eg spyrji bara, hvar tey so skuldu farið, sigur hon hørm á málinum.
Tað er ymiskt frá dag til degi, hvussu tey bæði gomlu eru fyri. Onkrar dagar gongur heilt væl, men aðrar orka tey nóg illa at koma upp úr seingini, og tískil má onkur vera um tey allatíðina.
Dinna hevur onki ímóti at passa síni foreldur, men hon er hørm og vónbrotin kortini. Tí hon eigur ikki at vera heima, hon hevur eitt starv at passa. Og harafturat so ivast hon ikki í, at um foreldur hennara fingu valið, so høvdu tey heldur viljað verið heima hjá teimum sjálvum við hjálp frá heimarøktini.

Múrar allastaðni
Dinna tosar eisini um, hvussu torført tað er at fáa hjálpartól og annað. Nógv pappírsarbeiðið av tí, og tað tekur langa tíð, áðrenn nakað svar kemur.
? Ein nýtir eina øgiliga rúgvu av orku fyri at royna at finna teimum ta hjálp, sum er at fáa, men ein rennur seg í múrar allastaðni. Og tá missir man at enda mótið og letur bara standa til, sigur hon.
Í fyrstuni var Dinna óð um, at tey ikki kundu fáa heimarøkt. Og hon heldur tað vera ov galið, at tvey fólk, sum ongantíð hava verið ein byrða fyri samfelagið ikki kunnu fáa heimarøkt. Men síðani hevur hon roynt at bitið tað í seg, men hon dylir ikki fyri, at hon heldur tað vera ov galið.
? Tað er ótrúligt, at tað ikki skal kunna bera til, sigur Dinna.
Foreldur hennara eru munandi betur fyri í dag enn fyri tveimum mánaðum síðani, men tað er ikki hugsingur um hjá teimum at kunna búgva fyri seg sjálvi, tí tey megna ikki at gera mat ella reint.
Nær tey kunnu vænta at fáa heimarøkt, veit Dinna onki um, og sostatt er framtíðin greið í fyrstu atløgu. Tey verða búgvandi hjá Dinnu og manninum, og Dinna verður í farloyvi so longi, sum tørvur er fyri tí.