Eftir 23 ár sum leiðari leggur Heri Lava Olsen frá sær um ársskiftið sum leiðari av Svimjihøllini í Havn Svimjihøllin, ið fær nýggja leiðslu eftir ársskiftið, hevur í hálva øld verið rikin av tveimum leiðarum.
Síðan ólavsøku 1959 hava teir verið Ivan Carlsen og síðani Heri Lava Olsen, ið tók við sum leiðari í Svimjihøllini, tá Ivan Carlsen doyði í 1985.
Heri Lava Olsen kom í starv sum lívbjargari hjá Tórshavnar kommununi á vári 1973. Hann hevur sostatt starvast í gamla hyli, har sum Badmintonhøllin er í dag, og síðani í Svimjihøllini í Gundadali uttan slit í 35 ár.
Svimjihøllin í Gundadali lat upp í 1982. Har eru fýra hyljar. Tveir barnahyljar, ið eru 29-30 stig, ein 25 metrar langur hylur og ein kavingarhylur. Í hesum báðum hyljunum er hitin 26,5 stig.