Svimja um Skálafjørðin

Svimjifelagið FLOT bjóðar til svimjing um Skálafjørðin tann 3. juli 2005.
Ætlanin er at svimja um sjálva gáttina til Skálafjørðin, av Strondum
yvir á Toftir. Nágreiniliga rutan er ikki avgjørd enn; men tað verður
ein teinur á millum 600 og 1400 metrar, alt eftir hvar vit byrja og
enda

Tíðindaskriv

Allir luttakarar mugu útvega sær froskmannabúna at svimja í. Vátdrakt
er best; men tað er eisini loyvt at nýta turrdrakt, um svimjarin tá
eisini nýtir bjargingarvest. Svimjarin eigur at royna draktina hjá
sær, áðrenn tiltakið.

Ætlað sum heilsutiltak
FLOT átekur sær at skaffa fylgibátar og aðrar umstøður runt
svimjingina; tvs. sovorðið sum flutningur av Toftum yvir til startin á
Strondum, skiftiumstøður har og á Toftum, neyðhjálp, matur og drekka á
Toftum, o.t.
Tiltakið er ikki ætlað at verða ein kapping sum so, men heldur eitt
heilsutiltak ella roysni til okkum øll at royna. Men tó so verða
heiðursmerki givin trimum teimum bestu monnunum og kvinnunum. Og øll
sum leggja frá landi, fáa eina T-shirt sum prógv um, at tey royndu
teinin.
Áhugaði kunnu lesa meira á heimasíðu okkara - flot.info - ella
ringja til Rók í Jákupsstovu, á tlf 219754. Á heimasíðuni er m.a. ein
stutt 'tónleikavideo' frá seinastu Skálafjarðarsvimjing