Svimjararnir stóðu seg væl

Føroysku svimjigenturnar, sum í vikuskiftinum luttóku í fleirtjóða kapping í Hálandi stóðu seg sera væl, og høvdu 4 heiðursmerki við sær á heimferðini

Seinasta vikuskifti vóru Ester Gaard Hansen og Heidi Andreasen í Hálandi, har tær báðar luttóku í stóru kappingini, Double Dutch Open.

Við á ferðini var eisini venjari teirra, fyrrverandi gullfiskurin, Katrin Johansen, sum í síni tíð førdi mong heiðursmerki heim til Føroya.

Góð úrslit

Fleiri enn 200 svimjarar úr átta ymsum tjóðum luttóku í kappingini, men hetta merkti ikki, at uppgávan gjørdist ov møtumikil hjá føroysku svimjarunum.

Báðar luttóku tær í 6 ymsum kappingum hvør, og tá avtornaði, høvdu tær báðar staðið seg sera væl.

Ester Gaard Hansen vann silvurmerki í 200 metra blandaðari svimjing, og harumframt vann hon bronsumerki í bæði 400 metra frí- og 100 metra bringusvimjing.

Heidi gjørdi eisini um seg í kappingini, og megnaði hon at vinna sær bronsumerki á teininum, 100 metra ryggsvimjing.


Til Sydney

Kappingin í Hálandi var liður í fyrireikingunum til Paraolympisku leikirnar, sum verða hildnir í Sydney í heyst.

Føroysku svimjigenturnar hava longu tryggjað sær luttøku á leikunum, tí higartil hava tær megnað at svomið undir kravtíðunum á fleiri av teimum teinum, sum tá standa á skránni.