Svimjari fekk sjóverk og mátti gevast

Tann 61 ára gamla Diana Nyad, sum ætlaði at svimja frá Kuba til Florida, noyddist at gevast í nátt, tá hon var komin hálva leið. Tá hevði hon verið í sjónum í 29 tímar, men hevði fingið sjóverk og mátti gevast.

Hetta er aðru ferð, at Diana Nyad hevur roynt at svimja millum Kuba og Florida. Fyrru ferð var í 1978, men eisini ta ferðina noyddist hon at gevast.