Sonni á Horni, borgarstjóri í Fuglafjarðar kommunu, heldur, at eitt komandi býráð eigur at seta enn meira fokus á Kambsdal og teir fantastisku møguleikar, sum her eru. - Vit eiga at seta fokus á Kambsdal, bæði á sethúsa-, ídnaðar-og ítróttarøkinum, tí her eru nógvir ótroyttir møguleikar.
Sonni á Horni vísir á, at ítróttarhøllin á Kambsdali, sum er frá 1983, hevur fingið nýggj gólv, nýggj loft og nýggj ljós inni í sjálvari høllini. Hann heldur, at í komandi valskeiði eigur nýggja býráðið at seta fokus á eina nýggja svimjihøll og eina nýggja fitnesshøll á Kambsdali.
- Ein orsøk til, at meira ikki er gjørt við umklæðingarrúmini í ítróttarhøllini er, at ein uppíbygd svimjihøll og fitnesshøll kann hava felags umklæðingarrúm við ítróttarhøllina. Tá er sjálvsagt neyðugt, at umklæðingar-og brúsurúmini í ítróttarhøllini verða hóskandi útbygd og dagførd til eisini at rúma tí virksemi, sum verður í ætlaðu svimji-og fitnesshøllini.
Sonni á Horni vísir á, at í miðnámsskúlanum á Kambsdali savnast umleið 700 fólk hvønn dag, og her eiga tískil at útvegast fleiri møguleikar og tilboð. - Hugskotið er at byggja ein 25 metrar langan svimjihyl í einum tilbygningi til ítróttarhøllina á Kambsdali, og ætlanin er eisini í somu uppíbygging av fáa eina fitnesshøll.
Borgarstjórin vísir á, at svimjihylurin, sum er í Fuglafjarðar skúla, í fyrsta lagi er til skúlabrúks. Hylurin í skúlanum kundi verið longdur, men hann verður verandi ov smalur við trimum geirum. - So, eg haldi heilt avgjørt, at vit eiga at seta ferð á eina nýggja verkætlan við bæði svimjihøll og fitnesshøll á Kambsdali, sigur Sonni á Horni, borgarstjóri.