Tummas Pauli av Reyni
----
Nú hevur verið frammi í fjølmiðlunum, at mentamálanevndin hjá Tórshavnar býráð hevur mælt til at gera eina svimjihøll við einum 50 metra longum svimjihyli.
Um eg sjálvur skal siga tað, so meti eg hetta at vera eitt frálíkt hugskot
Havnin hevur havt tørv á einum tílíkum svimjihyli í nógv ár, og eingin ivi skal vera um tað, at við einum altjóða góðkendum 50 metra longum svimjihyli kunnu okkara svimjarar menna seg enn meira og koma upp á eitt enn hægri støði, enn teir eru í dag.
Men um talan er um eina nýggja svimjihøll fyri seg ella um núverandi svimjihøll skal umbyggjast, sigur søgan tó onki um.
Núverandi svimjihøll í Gundadali er skjótt 30 ára gomul, og var henda svimjihøll eitt stórt framstig, í mun til gamla svimjihylin, tá ið hon lat upp í sínari tíð. Øll hesi skjótt 30 árini hevur svimjihøllin verið eitt yndisstað fyri nógv, og er hon tað enn, men nú er tíðin komin til at taka stig til, um svimjihøllin skal dagførast úr einum enda í annan, ella um tað skal byggjast ein nýggj.
Havnin hevur í áravís manglað eitt baðiland, har eitt nú barnafamiljur, ung sum eldri, tey við skerdum førleika, barnagarðar og skúlaflokkar kundu brúkt til at stuttleika sær í.
Tá ið endaliga verkætlanin um 50 metra langa svimjihylin, umbygging ella nýbygging av svimjihøllini verður løgd fram, so má alt hetta omanfyri nevnda takast við í ætlanina, tí tað má tryggjast, at Havnin ikki stendur aftan fyri nakran annan høvuðsstað. Tann fullfíggjaða loysnin hevði verið, at alt var undir einum taki, men tó so at kappingarhylurin og baðilandið vóru í hvør sínum høli.
Eg vóni, at mentamálanevndin ikki mælir til eina hálvhjartaða og eina ov lítið viðgjørda loysn, men at tað verður miðjað ímóti tí fulla pakkanum, við øðrum orðum ein Go-Large loysn!
Ein altjóða góðkendur kappingarhylur og eitt nýmótans baðiland fara at hava stóran týdning fyri kommununa og fyri trivnaðin hjá borgarunum í framtíðini.