Svimjihøllin á Gotlandi stongd

Oyggjaleikir: Svimjihøllin í Visby er nú stongd og verður ikki tøk til Oyggjaleikirnar, so fyrireikararnir verða helst noyddir at flyta kappingina til býin Hemse, sum liggur 50-60 kilometrar sunnanfyri Visby

Fyrireikararnir av Oyggjaleikunum á Gotlandi hava fingið ein keðiligan trupulleika: Svimjihøllin í Visby er stongd, og verður ikki latin upp aftur áðrenn Oyggjaleikirnir verða settir síðst í juni komandi.

20. august avgjørdi býráðið í Visby, at Solbergabadet skal umbyggjast fyri 13,7 milliónir. Tað kundi tykist at verið góð tíðindi fyri fyrireikararnar av Oyggjaleikunum, men trupulleikin er bert tann, at umbyggingin tekur 15 mánaðir, umframt at tað tekur hálvt ár at projektera, so umbyggingin byrjar ikki fyrr enn í mars ella apríl, bert einar 3 mánaðir fyri Oyggjaleikirnar.

Solbergabadet er bygt í 1961, og 16. juni í ár varð tað stongt av myndugleikunum, tí tað var í ringum standi, og sagt varð, at tað kundi ikki góðtakast av starvsfólkunum at halda fram í tí vánaliga umhvørvinum.

Luftútskiftingin í svimjihøllini var út av lagi vánalig, og harafturat vóru skiftirúmini í ringum standi. Umbyggingin upp á 13,7 milliónir umfatar m.a. ventilatión, umframt at høllin skal gerast meira handikapp vinarlig.


Hemsebadet

Vikuna eftir at kommunan hevði avgjørt at umvæla svimjihøllina og at hon ikki var tøk til Oyggjaleikirnar, vitjaði starvsnevndin í Island Games Association á Gotlandi fyri m.a. at kunna seg um viðurskiftini har.

Nú Solbergabadet er stongt, høvdu fyrireikararnir tveir aðrar møguleikar: Hemsebadet ella Romabadet.

Nevndin í IGA mælti teimum til at nýta Hemsebadet, sum liggur í býnum Hemse, har umleið 2.000 fólk búgva. Hemse liggur einar 50-60 km sunnan fyri Visby, og svimjihylurin har hevur 6 banar.

Svimjing er ein tann størsta og týdningarmesta kappingin í Oyggjaleikunum, og tá tað fyri nøkrum árum síðani varð avgjørt at leggja leikirnar í 1999 á Gotlandi, vóru ætlanir um at byggja nýggja svimjihøll

í Visby.

Flytingin av kappingini úr Visby til Hemse gevur fyrireikarunum ein nýggjan trupulleika: flutningurin av svimjarunum millum býirnar.

Hesum flutningi skulu fyriskipararnir skipa fyri, so nú fáa tey eina eyka útreiðslu, sum tey siga seg ikki hava roknað við.

Og fyri tey mongu, sum fara til Oyggjaleikirnar, er hetta sera keðiligt, tí miðað verður eftir at leggja ítróttargreinirnar so tætt saman sum møguligt, so bæði íðkandi og áskoðarar kunnu ganga ímillum tey ymisku kappingarstøðini, tí øll vilja síggja landsmenn sínar royna seg.