Svimjihøllin í Klaksvík latin upp aftur

Týsdagin var samkoma í svimjihøllini í Klaksvík, tá hon lat upp aftur, eftir at hon er umbygd fyri hálva millión.

Svimjihøllin í Klaksvík hevur verið stong síðani hálvan desember, meðan stórar umvælingar eru gjørdar í millum øðrum umklæðingarrúmunum.


Partur av størri verkætlan

Svimjihøllin í Klaksvík er gomul, og býráðið hevur ásannað, at neyðugt er við umfatani umvælingum á svimjihøllina. Nú er so fyrsta stigið liðugt, og er nýggj hitaskipan løgd í gólvini, samstundis sum umklæðingarrúmini eru nútímansgjørd. Millum annað eru nú skáp sett upp í umklæðingarrúmunum, so gestirnir kunnu læsa klæðir og aðrar virðislutir inni, meðan teir eru og svimja. Bert hetta verður roknað sum eitt stórt framstig, tí áður vóru bert net í umklæðingarrúmunum, har ein kudi leggja klæðir og annað, meðan ein var og svam.

Klasvíkar Kommuna hevur ætlanir um, at umbyggja høllina so við og við, so roknast kann við, at hon einferð í framtíðini aftur verður stongd vegna umvælingar.


Ikki venjingarmiðstøð

Fyrr í mánaðinum segði leiðarin í svimjihøllini, Kári Kjelnes, at ætlanir eru um, at svimjihøllin einaferð um ikki so langa tíð kann gerast ein rættulig venjingarmiðstøð. Men hesum vísir formaðurin í mentannarnevndini, Jógvan Lützen, aftur. Hann sigur, at loyvi verður ikki givið at gera svimjihøllina til eina venjingarmiðstøð umframt svimjihøll, tí ein kommunalur stovnur eigur ikki at leggja seg út í privata kapping. Hann sigur, at um venjingarmiðstøð skal vera í Klaksvík, so er hetta nakað, ið privat mugu taka stig til.

Men nú kunnu klaksvíkingar fegnast um, at teir aftur sleppa at svimja í svimjihøllini, hóast vónirnar ikki sýnast bjartar at sleppa at pumpa vøddar í høllini.