Svimjihøllin í Klaksvík er eitt av teimum størru trekkplástrunum í Klaksvík, ikki minni síðani tunnilin lat upp. Hetta vísir dagligi leiðarin í svimjihøllini á. Umframt nógv úr Klaksvík, sum vitja høllina dagliga, so koma hópin av avbygdafólki at nýta teir mongu møguleikarnar høllin hevur at bjóða.
Sum liður í eini røð av orkusparingum í svimjihøllini, hevur tað eydnast at leggja teppi á hyljarnar, sum longu nú fortelur, at munandi sparingar í orkunýtslu ? o.u. 1/3 av oljunýtsluni, møguliga meir.
- Hetta hevur mentanarnevndin valt at gera, hóast fíggjarútlitini ikki hava verið tey bestu fyri slíkari íløgu í undanfarna ári. Íløgan í teppini kostar umleið 300-túsund krónur, men sum tó kemur at loysa seg uppa sigt, sigur Dávur Winther, mentanarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Formaðurin í Mentanarnevndini, Jógvan Skorheim fegnast um, at leiðarin í svimjihøllini, saman við starvsfólkum sínum hevur megnað at fingið svimjihøllina í Klaksvík at verða eitt umbiðið vitjanarstað hjá mongum vítt umkring. Og svimjihøllin hevur nógv at bjóða við t. d. baðilandi, hópin at leikum og serliga heitan hyl til børnini, heilsukliva, øku og mikið meira.
Nýtsla av svimjihøllini: Svimjifelagið Ægir hevur sínar dagligu venjingar í høllini. Høllin verður leigað út til skúlar, barnagarðar og aðrar stovnar. Síðani undirsjóvartunnilin er komin, vitja fólk úr meginøkinum, og verður høllin tí eisini leigað til skúlar og stovnar úr øllum Føroyum.
Faroe Dive hevur kavingakundirvísing her. Sjálvandi verður høllin leigað út til svimjikappingar, men ikki minst til ymisk tiltøk sum barnaføðingardag, familiuhugna og mikið annað. Heilsuklivi, øka, sauna, baraland ber eisini til at vitja.
I Torravikuni vóru eisini serlig tilboð í svimjihøllini - so sum kajakvending og til bar at royna frosking við allari kavaraútgerð, hugsast kann. Hetta tiltakið verður aftur seinni.