Svimjihøllin verður ov lítil

Svimjihøllin í Havn verður ov lítil, um støðugt vaksandi talið av vitjandi heldur fram.

Seinasta sunnumorgun var bíðirøðin við svimjihøllina í Havn langt út í tún, og tað tók langa tíð at avgreiða øll, sum vildu sleppa at svimja.

Tað er eitt greitt dømi um, at svimjihøllin í Havn er sera væl vitjað.

Tað vísir Gunnar Streymoy, sum er leiðari í svimjihøllin, á.

- Svimjihøllin fær hýst talinum av vitjandi, sum støðan er í løtuni. Men sum høvuðsstaðurin veksur í løtuni, er hugsandi, at vit fáa eina trupulleika í framtíðini, sigur Gunnar Streymoy, sum ikki dugir at siga, nær høllin verður ov lítil.

Hann metir, at frálíku úrslitini, sum føroysk svimjing hevur fingið seinastu árini, eru við til, at áhugin fyri svimjingini er øktur.

Tórshavnar Byráð hevur viðgjørt trupulleikan, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, hevur áður sagt við Rás2, at teir hugsa um møguleikar við svimjihøllini í Gundadali.

Gunnar Streymoy sigur, at svimjihøllin í Havn hevur um 150.000 til 160.000 vitjandi um árið, og tað er ikki pláss fyri fleiri, sum støðan er.