Svimjihylurin er ávegis

Eftir bersøgnu útsagnirnar hjá Jón Bjarnasyni við Rás2 leygarkvøldið, lovar Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, at endaliga støða verður tikin um 50 metra kappingarhylin í hesum árinum

- Tað er ófatuligt, at Petur Heðin á Fløtti, landsliðsvenjari, verður noyddur at venja Kára á Høvdanum í einum lítlum baðikari.

Fantastisku avrikini hjá Pál Joensen á Ta?majdan stadion í Beograd seinastu vikuna hava havt við sær, at áhugin fyri svimjing millum føroyingar er voksin munandi. Gullfulgurin úr Vági fór á flog móti altjóða tindum, og við einum vilja av stál, jarnharðari disiplin og professionalismu hevur hann vunnið trý evropeisk gullheiðursmerki til Føroyar.

Men Føroyar kunnu enn ikki bjóða sínum svimjarum nøktandi umstøður. Fleiri noyðast av landinum at venja, tí framvegis er eingin 50 metra kappingarhylur í landinum. Føroyskir svimjarar hava ikki nøktandi umstøður at virka undir, og tað harmast landsliðsvenjarin Jón Bjarnason um.


Meira vælvild frá landinum

Seinastu tvey árini hava Jón Bjarnason og Pál Joensen arbeitt miðvíst móti løtuni, sum fyrstu ferð varð fullgjørd í Beograd í farnu viku. Tað hevur ikki altíð verið lætt, men teir báðir iðraðu seg neyvan, tá Tú alfagra land mítt ljómaði um stadion, og lítillætni vágbingurin tók ímóti gullinum.

Úrslitini hjá føroysku svimjarunum seinnu árini hava verið góð í síni heild. Á Oyggjaleikunum í fjørsummar vundu føroyingar burtur úr mótstøðuni, meðan fleiri eisini hava gjørt vart við seg í altjóða hylum.

- Svimjing hevur ikki verið millum stóru ítróttargreinirnar í Føroyum, og tað hevði ikki givið meining hjá okkum at krevja ov nógv. Men nú er tíðin búgvin. Tað er ein sjálvfylgja, tá tú hyggur nærri at úrslitunum hjá føroysku svimjarunum, sigur Jón Bjarnason í samrøðuni við Rás2.

Landsliðsvenjarin vil hava meira vælvild frá landinum, og sær fegin, at broytingar verða gjørdar sum skjótast.

- Fleiri noyðast av landinum, og vit venjarar kunnu ikki flyta við teimum hvørjaferð. Tað er ótrúligt við manglandi umstøðunum, sum støðan er í løtuni, sigur Jón Bjarnason, sum serliga sipar til vantandi 50 metra kappingarhylin.


Svimjihylur á veg

Formaðurin í Kommunusamskipan Føroya, Heðin Mortensen, sum í fleiri ár var forseti í Ítróttarsambandi Føroya, sigur við Sosialin í morgun, at ætlanin í fleiri ár hevur verið at gjørt 50 metra svimjihyl. Upprunaliga skuldi hylurin vera í svimjihøllini í Gundadali, men verkætlanin var ov dýr.

- Tað hevur ofta verið upp á tal, serliga í sambandi við Oyggjaleikirnar. Vit hava ítróttarhallir, fótbóltsvallir og rennibreyt verður tikin í brúk í næstum. So tað er sjálvandi upp á sítt pláss, at ein hylur verður gjørdur. Men vit mugu eisini hyggja at fíggjarstøðuni, tí vit mugu minnast til, at vit ikki fáa nakran stuðul.

Hvar kunnu vit vænta, at hesin verður?

- Tað mest sannlíka er, at hann verður í miðøkinum. Uttan at taka munnin ov fullan, so er Havnin helst tann einasta, sum kann fíggja hesum. Serliga hava vit práta um hylin í samband við Stjóratjørn. Vit hava ikki brúk fyri fleiri, líka so væl, sum at vit ikki høvdu brúk fyri fleiri vallum, tá kjakið um altjóða fótbóltsvøll var fyrst í nítiárunum. Endalig støða verður í øllum førum tikin í hesum árinum. Annað er ikki rímiligt, sigur Heðin Mortensen, sum fegin ynskir fleiri kommunur at taka lut í verkætlanini.