Svimjihylurin helst klárur í heyst

Tað er nógv sum bendir á, at ein 50 metra kappingarhylurin verður tikin í brúk í heyst.

Tað sigur Jón Bjarnason, ein av stigtakarunum til verkætlanina, við Rás2. Hann og verkætlanarbólkurin hevur havt framløgu fyri løgtingsfólkunum í morgun.

Verkætlanarbólkurin væntar at fáa játta stuðul á fýra milliónir krónur. Tað er umleið ein triðingur av samlaða kostnaðinum, sum er 12,2 milliónir krónur, uttan MVG. Ein byggifyritøka hevur bjóðað seg fram at byggja hylin.

Jón Bjarnason væntar, at hann og Pál Joensen fyrireika seg í einum 50 metra kappingarhyl í Vági til OL í 2012.

- Politikarnir vóru sera positivir, og sum eg skilji, so stendur hylurin klárur í heyst, sigur Jón Bjarnason.

Ein slíkur svimjihylur skal, fremst av øllum, gagna føroyskari svimjing. Flestu føroyskir svimjarar høvdu havt lættari atgongd til hylin, um hann var í miðstaðarøkinum. Tað tekur Jón Bjarnason undir við, men verkætlanin í Vági er bílig, tí hylurin fær hita frá SEV-verkinum. Hann sigur eisini, at ein 50 metra kappingarhylur í Vági útilokar ikki ein 50 metra kappingarhyl í miðstaðarøkinum.

Kaj Leo Johannesen, løgmaður, segði við Rás2 í gjár, at Pál Joensen er framúrskarandi branding fyri Føroyar fyri ein sámiligan prís. Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, vísti á, at tað, Pál Joensen hevur gjørt fyri Føroyar kann ikki gerast upp í pengum.