Svimjihylurin í Svínoy er klárur at verða umvældur

Takk skal Helgi Abrahamsen hava. Útoyggjagrunnurin hevur latið 45000 kr til umvæling av svimjihylinum í Svínoy. Hetta var so triðu fer, Klaksvíkar kommuna søkti um stuðul til umvælingina. Eftirsum, at tey hava fingið stuðul væntast, at býráðið eisini setur pening av til hetta og arbeiðið byrjar í summar.

 

 

 

Gongdin higartil

 

Nú er tað eitt sindur síðani, at eg byrjaði at heita á kommunan um at umvøla hylin. Fyrsta maylurin varð sendur tann 14/2 í 2020. Ja, man kann siga at hatta var eitt valentines bræv til kommununa. Eg visti ikki av tá, at tað fór at taka so langa tíð, tí ikki fyrr enn nú kemur býráði

 

við pengum. Eg havi frætt, at kommunan í nøkur ár hevur sett fokus á málið um svimjihylin í Svínoy, at gera neyðug átøk, soleiðis at svimjihylurin kann brúkast, og hevur søkt um stuðul frá ymiskum grunnum til arbeiði.

 

Hóast tey hava arbeitt við málinum í nøkur, ár kom kommunan ikki við nøkrum ítøkiligum. Man fær tað fatan, at tað var eingin vilji at fara í gongd. Síðani fyrsta meylin havi eg sent fleiri aðrar til kommununa. Ja, higartil havi eg meir enn 20 ferðir heitt á kommununa um hetta. Tað var ringt at fáa hetta málið fyri mentanarnevndina. Dagin tað kom fyri á nevndarfundi í Klaksvík var í 6. Oktober 2020. Ein mána áðrenn valið. Nevndin setti so hetta málið á fíggjarætlanina fyri 2021 men tað var for tíðliga at gleðast. Fyrst í februar 2021 frætti eg, at kommunan hevði sett 0 kr av til at umvæla svimjihylin í Svínoy. Í staðin hevði kommunan sent umhvørviðs og vinnumálaráðnum eina umsókn um útoyggjastuðul. Vit hava frætt at tey hava fingið positivt svar, so tað eydnaðist at skaffa fígging.

 

 

 

Er viljin til staðar?

 

At umvæla eina svimjihyl er grundleggjandi eitt kommunalt arbeiði. Hví skuldi hetta taka so langa tíð at fáa kommunan at gera eina kommunala uppgávu? Svimjihylurin eru til gagns fyri bæði svínoyingar og vitjandi. Fyrr í tíðini varð hann brúktur til undirvísing. Har lærdu børnini at svimja. Sjálvt um eingi skúlabørn eru í Svínoy hevur svimjihylurin verið nógv brúktur hvørt ár. Eg undrist enn yvir, hví tað man vera, at kommunan einki kann gera uttan stuðul frá grunnum, tá tað handlar um at gera nakað í Svínoy. At umvæla ein lítlan útisvimjihyl kann ikki verða ein stór útreiðsla hjá eini kommunu.

 

Vit Svínoyngar hopa at kommunan tekur seg saman og byrjar upp á umvælingina. Vit vilja eisini hjálpa til vissi tørvur er á tí. Svínoyngar hava reinsað hylin, so at arbeiðið kann byrja so skjótt sum møguligt.

 

Vit gleðast um at kommunan hevur fingið stuðul, og vóna at kunna brúka svimjihylin í summar.

 

Við vón

 

Petur Asano