Onkur politikari hevur havt hug at gera Landsverk til tann stóra skálkin í søguni og hevur tilluta stovninum tann ivasama heiður at eiga heimsmetið í dráli.
Rætt er tað, at Landsverk varðar av almennum byggiuppgávum og hevur tað ítøkiliga málið um hendi. Eisini er tað rætt, at hetta málið hevur ikki gingið, sum vit høvdu ætlað, og tað harmast vit um.
Tá tað er sagt, er eisini neyðugt at sláa fast, at í hesum føri hevur verið talan um eina røð av óhepnum umstøðum, sum Landsverk stórtsæð ikki hevur verið harri yvir. Umstøður, sum eg fegin vil lýsa her, so at almenningurin fær eina meira fullfíggjaða og rætta mynd av málinum.
Trupulleikin sum vaks
Tað er ikki rætt, soleiðis sum onkur kundi fingið fatan av, at Landsverk hevur ligið omaná svimjihylinum á Skúlanum á Trøðni í fimm ár.
Tað var í februar 2005, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan avgjørdi at steingja svimjihylin, tí reinsiverkið virkaði ikki, sum tað skuldi. Sernámsdepilin setti seg í samband við privatar ráðgevarar, sum komu við eini loysn.
Landsverk kom inn í myndina við árslok 2005. Sostatt eru tað ikki fimm, men sløk trý ár síðani, at Landsverk fyrstu ferð hoyrdi um hetta mál.
Privatu ráðgevararnir høvdu gjørt forkanningar. Hesar forkanningar arbeiddi Landsverk víðari við saman við ráðgevunum, men tað skuldi seinni vísa seg, at forkanningarnar vóru ikki nøktandi. Trupulleikarnir vóru nógv størri, enn teir privatu ráðgevararnir høvdu mett.
Fíggjarlig óvissa
Hetta málið lýsir eisini ógvuliga væl, hvussu tann almenna játtanarskipanin kann leggja fótonglar fyri arbeiðið hjá Landsverki.
Talan er um ein almennan stovn, sum arbeiðir við verkætlanum, ið røkka tvørturum fleiri fíggjarár, meðan almennu játtanirnar bert eru fyri eitt ár í senn. Tí má stovnurin ofta stríðast frá túgvu til túgvu fyri at fáa tann neyðuga peningin til vega. Tað merkir, at tað kann vera trupult at leggja verkætlanir til rættis líka frá byrjan til enda. Hetta vandamálið hevur Landsverk gjørt vart við fleiri ferðir.
Tá stovnurin fekk málið um svimjihylin á Skúlanum á Trøðni upp í hendur um ársskiftið 2005-06, vóru eingir pengar tøkir til endamálið. Uttan játtan bar ikki til at gera nakað, og tí lá alt stilt eina tíð. Veturin 2006/2007 – stívliga eitt ár eftir, at Landsverk hevði fingið uppgávuna – eydnaðist loksins stovninum at finna eina loysn. Peningurin varð útvegaður við at umleggja játtanina frá Mentamálaráðnum til viðlíkahald. Nú skuldi verið klárt at farið til verka.
Eingin arbeiðsmegi
Fyrst í 2007 byrjaði eisini arbeiðið. Men longu í februar kemur so undan kavi, at trupulleikarnir eru nógv størri, enn privatu ráðgevararnir høvdu mett í 2005. Tað vísti seg, at trupulleikar vóru ikki bert við reinsiverkinum, men eisini lak botnurin í svimjihylinum. Arbeiðið var sostatt nógv meira umfatandi, enn upprunaliga mett. Ráðgevarin mátti nú, saman við Landsverki, endurskoða ætlanina, og ein onnur loysn varð funnin.
Men í 2007 er snøgt sagt ógjørligt at fáa handverkarar til uppgávuna. Meðan Landsverk arbeiðir við at endurskoða ætlanina, eru fleiri av handverkarunun farnir til aðrar uppgávur, sum hava ligið og bíðað, og tað er trupult at finna aðrar. Sum dømi um, hvussu trupul støðan var, kann nevnast, at í februar 2007 fór múrarin frá arbeiðinum, og ikki fyrr enn í februar 2008 – eitt heilt ár seinni – eydnaðist at fáa ein annan múrara.
Liðugt í januar
Sum sagt harmast Landsverk um tað drúgvu gongd, sum verið hevur við svimjihylinum á Skúlanum á Trøðni. Kortini mugu vit staðiliga avvísa, at drál, seinføri ella vantandi virkisføri hava verið atvoldin, men hevur høvuðsorsøkin verið ein samanrenning av fleiri óhepnum umstøðum, sum vit ikki hava fingið gjørt nakað við.
Gongst sum ætlað, sleppa børnini aftur í hylin í januar. Tað gleðir okkum. Tað góða við hesi alt ov drúgvu søgu er so hinvegin, at vit fáa eina betri loysn. M.a. fara 8 dysir í botninum at tryggja eitt sera gott vatnútskiftið í hylinum. Botnurin er eisini bjálvaður, so at hann heldur hitanum betri, og tað átti at spart um oljurokningina.
Og so fer í hvussu so er eitt at halda. Svimjihylurin fer at kosta 1,2 milliónir krónur - júst sum upprunametingin segði.