Craig Lord, ítróttarskrivari hjá Swimnews Online mælir greitt og einfalt til, at føroyska samfelagið skal byggja Páli Joensen ein 50 metrar kappingarhyl: - Build that man a pool and name it after him!, er hansara tilmælið aftaná EM-finaluna í 1500 metrar frísvimjing í gjár.
Men veruleikin er ikki so einfaldur. Í øllum førum ikki sambært Róki í Jákupsstovu, næstformanni í Svimjisambandinum.
Hann sigur við Rás2 í morgun, at tað er ein skríggjandi tørvur á einum stórum kappingarhyli í Føroyum. Men Svimjisambandið hevur ongan møguleika at fíggja ein slíkan hyl í løtuni.
- Vit hava ongar pengar. Vit kunnu bara vísa á tey framúrskarandi úrslitini, sum føroysk svimjing hevur fingið seinastu árini og vóna, at landsins leiðarar gera vart við trupulleikin, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Hann sigur greitt, at ein 50 metrar kappingarhylur skal ikki bara byggjast til Pál Joensen. Tað eru fleiri sera dugnaligir og ungir svimjarar, sum kunnu røkka tindunum, sum eisini hav tørv á at venja í einum hyli, sum lúkir altjóða krøv.
- Tú kann samanbera tað við smáu FIFA-vøllirnar, sum eru ymsa staðni í Føroyum. Tú kann sjálvsagt menna teg sum fótbóltsspælari, men tú noyðist at spæla á teimum stóru vøllunum, um tú ætlar at bjóða av í altjóða høpi. Svimjing kann geva Føroyum eina rúgvu av umrøðu uttanlands, og tað er strimbrandi fyri alt samfelagið, sigur Rókur í Jákupsstovu.
Heðin Mortensen, formaður í Kommunusamskipan Føroya, segði við Sosialin fyri tveimum árum síðan, í seinasta valskeiði, at ætlanin hevur verið at bygt ein 50 metrar svimjihyl í fleiri ár.
- Tað er sjálvandi upp á sítt pláss, at ein hylur verður gjørdur. Men vit mugu eisini hyggja at fíggjarstøðuni, tí vit fáa ongan stuðul. Uttan at taka munnin ov fullan, so er Havnin helst tann einasta kommunan, sum kann fíggja hesi verkætlanini, segði Heðin Mortensen við Sosialin hin 4. august í 2008.
Rás2 hevur roynt at fingið viðmerking frá Heðini Mortensen og Jógvani Arge, formanni í Mentamálanevndini í Tórshavnar kommunu, men tað hevur ikki eydnast.