Svøríki: Færri søkja friðskjól

Tað er ein vika síðani, at Svøríki herdi marknaðareftirlitið.

Í dag er ein viku síðani, at Svøríki avgjørdi at herða marknaðareftirlitið millum Danmark og Svøríki. Talan var um eina roynd at minka um talið av útlendingum, ið søkja friðskjól í landinum.


Nýggjastu tølini frá svenskum myndugleikum vísa eisini, at talið av teimum, ið søkja friðskjól, er minkað við einum helmingi.


Í síðstu viku søktu 1.100 fólk friðskjól, ið er 1.000 færri enn undanfarnu viku, tá 2.100 fólk søktu friðskjól.


Tað er tó óvist, at herdu tiltøkini frá almennari síðu er høvuðsorsøkin til minkingina. Frammanundan var talið av umsøkjarum væl lægri enn fyrr í ár.


Fyrstu vikuna í desember søktu 5.000 fólk friðskjól, meðan talið fyri allan desember var 13.872 fólk. Tað er munandi minni enn í oktober, tá 40.000 fólk søktu friðskjól.


Við Danmark Radio upplýsa svenskir myndugleikar, at ein av orsøkunum kann vera, at kalda veðrið seinastu tíðina, hevur gjørt tað truplari hjá flóttafólkum at ferðast gjøgnum Evropa.